Undir upphitingini var lítið, sum bendi á, at liðið hálvan annan tíma seinni skuldi hava leikt seg í hálvfinaluna í 30.útgávu av Aberdeen International Football Festival. Leikararnir tóktust eitt vet tungir og trekir at fáa í gongd, men tá ið dysturin var byrjaður fall allur ivi til jarðar við einum bresti, tí vit settu okkum á dystin beinanvegin og vóru við yvirlutan at kalla allatíðina.
Í gjár luttóku nakrir av dreingjunum í eini kapping, ið kallaðist Crossbar Challenge. Uppgávan var at raka yvirleggjaran úr ávísari fjarstøðu. Ongin av okkara raktu, men í fyrra hálvleiki í dag tóku teir so dyggiliga revanchu. Heilar tvær ferðir var yvirleggjarin í vegin og ta einu ferðini brast bólturin í stongina. Vóru skotini eitt vet neyvari førdu vit væl og virðiliga, men tað varð í staðin Albion, sum í síðsta minutti undan steðginum legði seg á odda, tá ið málverjin hjá okkum var so óheppin at spæla ein teirra púra leysan.
Men dreingirnir hingu ikki við høvdinum í hálvleikssteðginum og hildu á fram í seinni at stríðast fyri hálvfinaluplássinum. Norska liðið Tasta IL royndi sítt at hjálpa okkum. Teir vóru á odda 1-0 móti Birmingham, men vit vistu, at tað úrslitið mundi fara at broytast.
Leiktir vóru ikki meira enn fýra minuttir í seinna hálvleiki, tá ið Johannus Hansen javnaði til 1-1, tá ið hann gjørdist púra leysur við málverjanum. Í 56.minutti kom sigursmálið, ið gav okkum hálvfinaluplássið. Betuel Hansen sendi gott hornaspark úr vinstru inn í brotsteigin, og har var Brandur Olsen hægstur og skallaði bóltin í málið til 2-1.
Sjálvsøgd stór gleði í føroysku leguni, tá ið dómarin floytaði síðstu ferð. Eftir dystin í gjár ber til at siga, at vit ivaðust nokkso nógv í, um vit mundu fara at røkka eitt fet víðari í kappingini, men tað megnaðu røsku dreingirnir og hjartaliga tillukku við tí!
Hálvfinalan er kl. 13.00 í morgin móti Falkirk, ið vann sín bólk. Vit spældu venjingardyst móti Falkirk týskvøldið og vunnu 1-0. Vónandi megna okkara at endurtaka bragdið!
Spennandi verður tað í øllum førum.
Kl. 19.00 vóru nakrir av dreingjum og bowlaðu, meðan aðrir fóru upp á briksuna hjá fysioterapeutinum Sólfríð Skoradal og fáa mýkt móðu vøddarnar til stóru uppgávuna í morgin.